Bilstøðin bil var stovnsett í 1952. Teir, sum stovnaðu støðina, vóru: Hans Mellemgaard, Eiler Thorsvig, Hans A. Davidsen, Poul Gaard Hansen og Pauli Gaard Hansen.

Støðin helt til í Niels Finsensgøtu, har sum Baby og Barnaútgerð er í dag. Í 1960 flutti støðin niðan í Liðagøtu. Tvey ár seinni bleiv Bilstøðin í Vágsbotni, ið bæði hevði hýru og vøruvognar løgd saman við BIL.


Frá tí degi at Oyggjarvegurin bleiv gjørdur norður móti Hórisgøtu í 1960, hevði støðin regluligan ferðafólkaflutning við fergu millum Hvalvík og Sundabrúnna. 

Tá almenna flogferðslan byrjaði í juni 1963 hevði Bil fast rutusamband til flogvøllin.

Fólkaflutningurin tá gekk fyri seg á tann hátt, at fólk bíløgdu sær pláss kvøldi fyri ella tíðliga á morgni. Tey blivu heintað heima við hús og koyrd við hýruvogni til Vestmannar. Haðan var ferjusambande til Oyragjógv. Og so víðari við bussum og persónbilum til flogvøllin og bygdirnar í Vágoynni.

Bil hevði í nøkur ár eisini eina bilstøð í Vestmanna.


Sp/F Bil mini-taxi 96  ·  Farðstøðin Eystara bryggja  ·  FO-100 Tórshavn  ·  +298 323232  ·  e-mail: postur@taxi.fo