Forsíða / Um okkum

Um okkum

Søgan

Søgan - Bil mini-taxi 96Bilstøðin bil var stovnsett í 1952. Teir, sum stovnaðu støðina, vóru: Hans Mellemgaard, Eiler Thorsvig, Hans A. Davidsen, Poul Gaard Hansen og Pauli Gaard Hansen.

Í byrjani helt støðin til í Niels Finsensgøtu og í 1960 flutti støðin niðan í Liðagøtu. Tvey ár seinni bleiv Bilstøðin í Vágsbotni, ið bæði hevði hýru og vøruvognar løgd saman við BIL.

Frá tí degi at Oyggjarvegurin bleiv gjørdur norður móti Hórisgøtu í 1960, hevði støðin regluligan ferðafólkaflutning við ferju millum Hvalvík og Sundabrúnna.

Tá almenna flogferðslan byrjaði í juni 1963 hevði BIL fast rutusamband til flogvøllin.

Fólkaflutningurin tá gekk fyri seg á tann hátt, at fólk bíløgdu sær pláss kvøldi fyri ella tíðliga á morgni. Tey blivu heintað heima við hús og koyrd við hýruvogni til Vestmannar. Haðan var ferjusamband til Oyragjógv og so víðari við bussum og persónbilum til flogvøllin og bygdirnar í Vágoynni.

Bil hevði í nøkur ár eisini eina bilstøð í Vestmanna.

Søgan - Bil mini-taxi 96Um ársskifti 1978 – 79 flutti BIL í egin hús uppi í Gundadali beint yvirav núverandi Effostøðini.

Tá bygdaleiðir var sett á stovn 21 mai 1980, var raksturin av Bygdaleiðsbussunum tey fyrstu árini út frá bilstøðini Bil. Somuleiðis hevði Bil raksturin av teimum fyrstu býbussunum fyri Tórshavnar Kommunu.

Søgan - Bil mini-taxi 96Um somu tíð sum hetta fór fram, var bilstøðin Mini Taxi løgd saman við bilstøðini Bil. Í oktober 1996 flyta samanløgdu støðirnar Bil og Mini Taxi úr Bygninginum í Gundadali og út á Farstøðina. Bæði bý- og bygdaleiðsbussarnir hava virksemi út frá Farstøðini, og fyri at veita eina betri tænastu fyri kundarnar, er ein fyrimunur at reka virksemi hjá BIL haðani. Bygningurin í Gundadali varð seldur og felagið endurstovnað.

Nýggja navnið hjá felagnum bleiv Bil & Mini Taxi 96. Telefonnumrini blivu óbroytt 311444 og 313525.

Søgan - Bil mini-taxi 96“Tíðirnar broytast, og vit broytast við” verður sagt í einum sangi. Somuleiðis er við bilstøðini Bil. Nú hevur støðin fingið nýtt telefonnummar. Nýggja nummarið er 323232, ella sum vanliga verður nýtt í lýsingarhøpi í hesum døgum, 3 x 32. Møguligt verður tó at ringja til gomlu telefonnumrini eina tíð.

Í september 2016 fekk Bil Mini Taxi sum tann fyrsta hýruvognsstøð í Føroyum eina App, har tað ber til at bíleggja hýruvogn lætt og ómakaleyst bert við at trýsta á ein knøtt á telefonini.

Í dag hevur Bil Mini Taxi 31 bilar har 3 eru til 6 ferðandi.

Nevndin er mannað við Tóti Kristjánsson nevndarformaður, Theodor Ørvarodd kassameistari, Jóan Pauli Vilhelmsen og Heðin Joensen stjóri

 


Ovast