AirportTaxi

AirportTaxi til og frá Tórshavn DKK 220,00 fyri hvønn. Upp til 3 ferðandi í hvørjum bili. Børn upp til 12 ár DKK 150,00 pr. persón. Sí tær aktuellu komu- og fráferðingar tíðir á Vága Floghavn .. Leigubilar Upp til 4 ferðandi í bilinum DKK 750,00 5 ferðandi í bilinum DKK 875,…

Sí meira ..

Sightseeing við taxi

Royn okkara sightseeing túrar við taxi kring oyggjarnar. Explore unique Locations by Taxi. Kirkjubø km 28. Estimatet time 1 hour. DKK. 550,-. Sornfelli + Norðadalsskarð km 38. Estimatet time 1 hour. DKK. 550,-. Bø + Gásadalur km 114. Estimatet time 3 …

Sí meira ..

Um Taxi Bil

Søgan Bilstøðin bil var stovnsett í 1952. Teir, sum stovnaðu støðina, vóru: Hans Mellemgaard, Eiler Thorsvig, Hans A. Davidsen, Poul Gaard Hansen og Pauli Gaard Hansen. Støðin helt til í Niels Finsensgøtu, har sum Baby og Barnaútgerð er í dag. Í 1960 flutti støðin niðan í Liðagøtu. Tvey ár seinni bleiv Bilstøðin í Vágsbotni, ið bæði hevði hýru og vøruvognar løgd saman við BIL. Frá tí degi at Oyggjarvegurin bleiv gjørdur norður móti Hórisgøtu í 1960, hevði støðin regluligan ferðafólkaflutning við fergu millum Hvalvík og Sundabrúnna. Tá almenna flogferðslan byrjaði í juni 1963 hev…

Sí meira ..

Tíðindi

Comments Box SVG iconsUsed for the like, share, comment, and reaction icons

Hevur tú gott yvirblikk, telefonsmíl, rímiligan telduførleika og hug at arbeiða hjá Føroya størsta taxa felag?

So leita vit kanska eftir júst tær. Vit hava fleiri størv tøk á okkara støð.

Arbeiðið fevnir um at taka telefonina og senda bilar út, umsita bókingar til flogrutu á telefon, telduposti og heimasíðu og svara øðrum fráboðanum umvegis teldupost.



Starvi sum móttøkufólk er parttíðarstarv, tað kann tí lætt sameinast við eitt nú lestur ella annað parttíðarstarv. Talan er um kvøld og vikuskiftis vaktir

Einki aldursmark er, og eru evnini og hugurin til staðar, hevur tað minni týdning, hvørt tú ert pensionist ella lesandi.

Nærri fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Beinir Kristiansen, stjóra, á +298 232440 ella stjori@taxi.fo
... Sí meiraSí minni

6 dagar síðan

1 CommentViðmerk á Facebook

Blikk? 😄

Hevur tú gott yvirblikk, telefonsmíl, rímiligan telduførleika og hug at arbeiða hjá Føroya størsta taxa felag?

So leita vit kanska eftir júst tær. Vit hava fleiri størv tøk á okkara støð.

Arbeiðið fevnir um at taka telefonina og senda bilar út, umsita bókingar til flogrutu á telefon, telduposti og heimasíðu og svara øðrum fráboðanum umvegis teldupost.

Við 37 hýruvognum og avtalum við vinnulív, stovnar og ferðavinnu, er Bil eitt sunt og væl rikið felag.

Drívmegin er at veita góða tænastu til kundar okkara og vera álítandi veitarin, ið kundin altíð kann rokna við. Sum móttøkufólk ert tú fyrsta røddin, ið kundin møtir, og okkara rødd úteftir.

Vit leggja dent á høgt tænastustøði, og at vit støðugt tillaga okkum tørvin hjá okkara kundum.

Vit hava altíð gingið á odda, og vóru í 2016 fyrsta føroyska taxa felagið við egnari app.

Størvini sum móttøkufólk kunnu vera fulltíðarstørv ella parttíðarstørv, alt eftir hvat tú hevur hug og stundir til. Tað kann tí lætt sameinast við eitt nú lestur ella annað parttíðarstarv. Einki aldursmark er, og eru evnini og hugurin til staðar, hevur tað minni týdning, hvørt tú ert pensionist ella lesandi.

Nærri fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Beinir Kristiansen, stjóra, á +298 232440 ella stjori@taxi.fo

Umsóknir skulu sendast saman við viðkomandi skjølum áðrenn fríggjadagin 16. august á stjori@taxi.fo. Tær verða avgreiddar leypandi.
... Sí meiraSí minni

4 mánaðar síðan

1 CommentViðmerk á Facebook

Rakul Skaalum

Heinta meira ..

Øll tíðindi frá Taxi Bil ..