
AirportTaxi
AirportTaxi til og frá Tórshavn DKK 230,00 fyri hvønn. Upp til 3 ferðandi í hvørjum bili. Børn upp til 12 ár DKK 150,00 pr. persón. Sí tær aktuellu komu- og fráferðingar tíðir á Vága Floghavn .. Leigubilar Upp til 4 ferðandi í bilinum DKK 750,00 5 ferðandi í bilinum DKK 900,…

Sightseeing við taxi
Royn okkara sightseeing túrar við taxi kring oyggjarnar. Explore unique Locations by Taxi. Kirkjubø km 28. Estimatet time 1 hour. DKK. 610,-. Sornfelli + Norðadalsskarð km 38. Estimatet time 1 hour. DKK. 550,-. Bø + Gásadalur km 114. Estimatet time 3 …

Bílegg taxi
Bílegg tín taxa, antin her á síðuni beinleiðis ella við okkara taxi App. Koyring millum bý og bygd kann bíleggjast beinleiðis á okkara síðu, tað er lætt og ómakaleyst at bíleggja ein taxi túr td. frá bygd og til havnar. …
Sightseeing túrar - uppliva Føroyar við taxa
kr. 2.420,00
Estimated time:
4 hours
kr. 1.520,00
Estimated time:
2 hours 30 min
kr. 1.520,00
Estimated time:
2 hours 30 min
kr. 1.830,00
Estimated time:
3 hours
kr. 610,00
Estimated time:
1 hour
kr. 2.120,00
Estimated time:
3 hours 30 min.
kr. 2.745,00
Estimated time:
4 hours
kr. 4.880,00
Estimated time:
8 hours
kr. 3.660,00
Estimated time:
6 hours

Um okkum
Søgan
Bilstøðin Bil var stovnsett í 1952. Teir, sum stovnaðu støðina, vóru: Hans Mellemgaard, Eiler Thorsvig, Hans A. Davidsen, Poul Gaard Hansen og Pauli Gaard Hansen.
Í byrjani helt støðin til í Niels Finsensgøtu og í 1960 flutti støðin niðan í Liðagøtu. Tvey ár seinni bleiv Bilstøðin í Vágsbotni, ið bæði hevði hýru og vøruvognar løgd saman við BIL.
Frá tí degi at Oyggjarvegurin bleiv gjørdur norður móti Hórisgøtu í 1960, hevði støðin regluligan ferðafólkaflutning við ferju millum Hvalvík og Sundabrúnna.
Tá almenna flogferðslan byrjaði í juni 1963 hevði Bil fast rutusamband til flogvøllin.
Fólkaflutningurin tá gekk fyri seg á tann hátt, at fólk bíløgdu sær pláss kvøldi fyri ella tíðliga á morgni. Tey blivu heintað heima við hús og koyrd við hýruvogni til Vestmannar. Haðan var ferjusamband til Oyragjógv og so víðari við bussum og persónbilum til flogvøllin og bygdirnar í Vágoynni.
Bil hevði í nøkur ár eisini eina bilstøð í Vestmanna.