Søgan
Bilstøðin Bil var stovnsett í 1952. Teir, sum stovnaðu støðina, vóru: Hans Mellemgaard, Eiler Thorsvig, Hans A. Davidsen, Poul Gaard Hansen og Pauli Gaard Hansen.
Í byrjani helt støðin til í Niels Finsensgøtu og í 1960 flutti støðin niðan í Liðagøtu. Tvey ár seinni bleiv Bilstøðin í Vágsbotni, ið bæði hevði hýru og vøruvognar løgd saman við BIL.
Frá tí degi at Oyggjarvegurin bleiv gjørdur norður móti Hórisgøtu í 1960, hevði støðin regluligan ferðafólkaflutning við ferju millum Hvalvík og Sundabrúnna.
Tá almenna flogferðslan byrjaði í juni 1963 hevði Bil fast rutusamband til flogvøllin.
Fólkaflutningurin tá gekk fyri seg á tann hátt, at fólk bíløgdu sær pláss kvøldi fyri ella tíðliga á morgni. Tey blivu heintað heima við hús og koyrd við hýruvogni til Vestmannar. Haðan var ferjusamband til Oyragjógv og so víðari við bussum og persónbilum til flogvøllin og bygdirnar í Vágoynni.
Bil hevði í nøkur ár eisini eina bilstøð í Vestmanna.
Um ársskifti 1978 – 79 flutti Bil í egin hús uppi í Gundadali beint yvirav núverandi Effostøðini.
Tá bygdaleiðir var sett á stovn 21 mai 1980, var raksturin av Bygdaleiðsbussunum tey fyrstu árini út frá bilstøðini Bil. Somuleiðis hevði Bil raksturin av teimum fyrstu býbussunum fyri Tórshavnar Kommunu.
Um somu tíð sum hetta fór fram, var bilstøðin Mini Taxi løgd saman við bilstøðini Bil. Í oktober 1996 flyta samanløgdu støðirnar Bil og Mini Taxi úr Bygninginum í Gundadali og út á Farstøðina. Bæði bý- og bygdaleiðsbussarnir hava virksemi út frá Farstøðini, og fyri at veita eina betri tænastu fyri kundarnar, er ein fyrimunur at reka virksemi hjá Bil haðani. Bygningurin í Gundadali varð seldur og felagið endurstovnað.
Nýggja navnið hjá felagnum bleiv Bil & Mini Taxi 96. Telefonnumrini blivu óbroytt 311444 og 313525.
“Tíðirnar broytast, og vit broytast við” verður sagt í einum sangi. Somuleiðis er við bilstøðini Bil. Nú hevur støðin fingið nýtt telefonnummar. Nýggja nummarið er 323232, ella sum vanliga verður nýtt í lýsingarhøpi í hesum døgum, 3 x 32. Møguligt verður tó at ringja til gomlu telefonnumrini eina tíð.
Í september 2016 fekk Bil Mini Taxi sum tann fyrsta hýruvognsstøð í Føroyum eina App, har tað ber til at bíleggja hýruvogn lætt og ómakaleyst bert við at trýsta á ein knøtt á telefonini.
Í dag hevur Bil Mini Taxi 35 bilar har 6 eru til 6 ferðandi, 1 til 7 ferðandi og 1 til 8 ferðandi.
Nevndin er mannað við Tóta Kristjánsson (nevndarformaður), Jens Lützen og Fritleif Kjærbæk.
Stjóri er Beinir Kristiansen.